Drívur døgg um døkka grund
Dimmist millum fanna
Oman fyri eikilund
Hongur silvurkanna
Náttin hylir hørg og hól
Teskar undir lyngi
Fýra nætur fyri jól
Dansa frýr í ringi
Fyrsta reyð og onnur blá
Triðja grøn við brota
Fjórða hvít við gulli á
Hon ber gyltan sprota
Oman fyri eikilund
Hongur silvurkanna
Skínur yvir alla grund
Dansa lítla Anna

Comments